Ljóðbøkur

  • Increase font size
  • Default font size
  • Decrease font size
Lurta eftir tekstinum á síðuni við ReadSpeaker

Ljóðbókanevndin

Í Ljóðbókanevndini sita fólk, ið eru sett til - hvørt á sínum øki - at umboða bólkar av borgarum, sum vegna sjónsbrek ella onnur brek hava tørv á ljóðbókum, og eftir førimuni at síggja til, at hesi fólk fáa tørvin nøktaðan.

Í Ljóðbókanevndini sita:

·         Margreta Næss, umsitari – fyri MBF

·         Tórun Sumberg – fyri Blindastovnin

·         Sólvør Henriksen – fyri Landsbókasavnið

·         Malan Hilmarsdóttir - fyri Býarbókasavnið

·         Solveig Debess - fyri Landsmiðstøðina

·         Ruth Thomsen - fyri Blindafelagið

REGLUGERÐ FYRI LJÓÐBÓKATÆNASTUNA: LJÓÐBØKUR

§ 1 LJÓÐBØKUR er ljóðbókatænasta, sum skipar fyri ljóðbókaútgávu á føroyskum máli til blind og lesitarnað fólk í øllum aldri.

LJÓÐBØKUR ger tær ljóðútgávur av bókmentum og øðrum lesitilfari, sum Ljóðbókanevndin hevur tilmælt. Ljóðbókatænastan kann eisini gera ljóðútgávur fyri onnur, ið hava henda serstaka tørv.

§ 2 LJÓÐBØKUR er skipað við eini 5-manna nevnd:

Ljóðbókanevndini, leiðara/starvsfólki.

Í Ljóðbókanevndini sita umboð fyri:
Føroya Landsbókasavn,
Føroya Blindastovn
Føroya Blindafelag
Býarbókasavnið
MBF (Meginfelag teirra brekaðu) og
LMS (Landsmiðstøðina).
Nevndin skipar seg sjálv og setir leiðara.
Leiðarin kallar inn til fundar og er skrivari á fundunum.
Ljóðbókanevndin setir starvsfólk eftir tørvi.

§ 3 Fíggjarætlan verður gjørd og send Landsbókasavninum. Landsbókasavnið flytir eftir avtalu Ljóðbókanevndini pening sambært játtan til ljóðbøkur.
Almannastovan fær umsókn eftir reglum fyri umsorganararbeiði.
Ljóðbókanevndini áliggur at virka fyri, at neyðugur peningur til ljóðbókatænastuna er tøkur.

§ 4 Ljóðbókanevndin
a) kannar tørvin á ljóðbókum.
b) ger av, hvørjar bøkur verða gjørdar til ljóðbøkur
c) tryggjar sær, at øll rættindi eru í lagi (verða hildin)
d) hevur innlit og ábyrgd í øllum fíggjarviðurskiftum.

§ 5 Leiðarin
a) hevur yvirfyri nevndini ábyrgd av dagligu og fíggjarligu umsitingini
b) setur í verk tær ljóðbókaútgávur, ið Ljóðbókanevndin hevur tilmælt
c) kunnar Ljóðbókanevndina um virksemið
d) ger fíggjarætlan fyri komandi árið.

§ 6 Roknskapurin verður lagdur fram á aðalfundi hjá Ljóðbókanevndini á hvørjum ári í februar/mars mánaði. Grannskoðaður roknskapur og/ella yvirlit, sum vísa, hvat peningurin er nýttur til, verða á hvørjum ári send Landsbókasavninum og Almanna-stovuni. Nevndin velur skrásettan grannskoðara.