Barsakh

Rithøvundur: Simon Stranger

Týðari: Juli Fagerland

Lesari: Maria Lyager Jacobsen

Fløgur MP3: 1

Tíð: 2 tímar, 51 minuttir

Fyri 13 ár og eldri

Útgávuár: 2020 (MP3)

 

 BARSAKH

 

Hetta er søgan um tvær verðir, sum koma saman. Um fimtan ára gomlu Emiliu úr Noregi, og átjan ára gamla Samuel úr Ghana. Emilia er og ferðast við familjuni á Kanariuoyggjunum, og ein dagin, hon er farin at renna, sær hon ein bólk av flóttafólkum umborð á einum báti. Hetta eru menniskju, sum hava ofrað alt fyri at kunna byrja eitt nýtt og betri lív í Europa. Eitt av hesum fólkunum er Samuel. Skjótt skal lív teirra broytast fullkomiliga.

“Tað er kærkomið við einari ungdómsbók, sum megnar at lýsa hesi viðurskifti, sum eru eitt av veruliga stóru avbjóðingunum í okkara verð í dag. Mátin, tað er gjørt, ger, at fleiri ung hava møguleika fyri at fáa sett tankarnar í gongd, at hugsa um bæði tað øgiliga stóra gloppið millum vesturlendska brúkaramentan og fátæka partin av verðini, og um avbjóðingarnar í okkara egnu yvirflóðskendu tilveru.”
- Marianne Lystrup, Vårt Land

Leita ljóðbøkur fram

Nýggjar ljóðbøkur