Heljarportur
Rithøvundur: Jógvan Isaksen Upplesari: Kári Øster Fløgur Mp3: 1 Tíð: 7 tímar og 12 min Útgávuár: 2020 |
![]() |
Krimisøga. Bókin er fjórða krimisøgan um William Hammer og Skansadeildina. William er blivin sendur vestur á flogvøllin at arbeiða í einum ikki skipaðum starvi innan løgregluna. Fær bara at vita, at hann kann hjálpa til við trygdarkanningum av ferðafólki, og um tollararnir hava brúk fyri eini hjálpandi hond, so kann hann veita teimum hana. Myndugleikarnir í Havn vilja bara sleppa av við hann. William er fullkomiliga líkaglaður, tí eftir at unnustan hjá honum og komandi barnið blivu sprongd í luftina, ger einki honum mun. Vend kemur í ein dag millum jól og nýggjár, tá ið Føroyar fáa vitjan av einum saudi-arabiskum prinsi við fylgi. Hann er komin fyri at gera stórfingnar sáttmálar, og politikarar og vinnulívsfólk eru á gosi. Teir nógvu gestirnir flyta inn á Hotel Føroyar, sum hesar dagarnar verður ambassada hjá Saudi-Arabia. William Hammer er kortini vísur í, at annað enn vælvild býr undir tí arabisku vitjanini.