Eldsins loyndarmál
|
Rithøvundur: Henning Mankell Týðari: Jákup í Skemmuni Lesari: Súsanna Tórgarð Fløgur MP3: 1 Tíð: 5 tímar, 10 minuttir Fyri 12 ár og eldri Útgávuár: 2019 (MP3)
|
![]() |
“Sofía rennur gjøgnum náttina. Myrkt er, og hon ræðist ógvuliga illa. Hvat er tað, sum eltir hana í myrkrinum? Eitt ódjór, ið ikki hevur so frægt sum eygu? Hon hugsar um at krógva seg onkustaðni, sneiða burtur av rásini og krympa seg saman inni í kjarrinum. Hon støkkur upp, sum hon hevur sæð antilopurnar gera, og hon fer av rásini. Og tá rennur tað fram fyri hana. Tað var jú beint tað, sum ódjórið í myrkrinum vildi, at hon skuldi gera. Fara burtur av rásini. Tað vandamesta av øllum. Hon veit, at nakað vandamikið er í jørðini. Vápnaðir hermenn, sum eingin sær. Sum hava grivið seg niður í jørðina, ósjónligir. Sum bíða og bíða eftir, at ein fótur skal stíga á teir.”
Bókin “Eldsins loyndarmál” er fyrsta av trimum bókum, sum fara fram í landinum Mosambik. Hon er um gentuna Sofíu, sum av óvart traðkar á eina av mongu minunum, sum liggja grivnar ymsastaðni í jørðini í hesum borgarakrígsherjaða landi. Hon missir bæði beinini og noyðist at stríðast fyri at koma á føtur og liva eitt virðiligt lív. Hennara ókúgandi lyndi ger, at vánirnar fyri at fáa eitt eydnusamt lív eru størri enn hjá so mongum øðrum, sum eru í somu støðu sum hon.
Henning Mankell, svenskur rithøvundur, varð føddur í 1948 og andaðist í 2015. Hann var serliga kendur fyri krimisøgurnar um Kurt Wallander, ið hava verið brúktar sum grundarlag í fleiri filmum. Hann skrivaði tó eisini fitt av barna- og ungdómsbókum. Henning Mankell búði partvíst í Gøteborg í Svøríki og partvíst í Maputo í Mosambik í Afrika, har hann var leiðari á einum sjónleikarhúsi. Umframt ein hóp av heiðurslønum fyri krimiskaldsøgur sínar fekk Henning Mankell í 2004 Toleransuprísin, sum víðagitni afrikanski biskupurin og mannarættindastríðsmaðurin Desmond Tuto handaði honum. Prísin fekk hann fyri arbeiði sítt at skapa dialog millum evropeiskar og afrikanskar samleikar.





