Gamansleikur 2 - søgur úr Krabburð
|
Rithøvundur: Jens Pauli Heinesen |
![]() |
Stuttsøgur. Í Gamansleiki 2 ganga persónarnir úr Gamansleiki 1 aftur, eitt nú rekamaðurin Sámal Mathias og synir hansara. Har er Jákup bóndi við sínum æviga glantrileiki, bragdligur sum altíð. Har er sjálvsagt eisini Jens Fjallatind, ið var so raskur oman fyri hálsvølin. Og har er Gideon vikarur og kommunistur. Og her hitta vit aftur Bartal á Heimabeiti, tann virðiliga og mentaða mannin við sínum ævigu orðatøkum. Men nýggir persónar koma eisini upp í leikin, til dømis tann runda, gamla gentan Angelika, sum hóast farin væl av seksti, verður skotin so heilt og aldeilis í einum norskum kópaveiðimanni.





