So hon starir inn í veggin
Rithøvundur og lesari: |
Tíðin kann eta teg upp, um tú ikki tekur røttu avgerðirnar ella leggur á annan bógv. Men hvørjar avgerðir eru tær røttu? Ógvuliga forvitnisligir tekstir, har høvundurin spælir sær við skrivikynstrið. Hetta eru nútímans stuttsøgur, har evnini eru tikin úr nútíðini, og lurtar tú væl, lata tær seg upp fyri tær. Savnið setur fokus á spurningar, sum øll stríðast við. Vit sleppa at hyggja inn í menniskjasinnið, sum mangan er torgreitt, ella sum ikki vil lata seg binda niður. Vit fáa innlit í mannin og dreingin, í plágaðu mannasálirnar. Um tað trupla parlagið, har tey eru givin at tosa saman, har tey brúka nevarnar heldur enn orð, men eisini um parið, sum kryddar tilveruna við kynsligum spæli, um tað menniskjað, sum hjálpir tær fram á leið, um ikki at elta, sum fyri er slóðað. Samanumtikið eitt savn, sum er gróðursett mitt í gerandisdegnum her og nú.