Vit skulu sjálvir
|
Rithøvundur: Jørgen-Frantz Jacobsen Lagt til rættis: Turið Sigurðardóttir Upplesari: Egi Dam Fløgur MP3: 1 Bond: 3 Tíð: 3 tímar, 25 minuttir Útgávuár: 2002 (bond), 2019 (MP3) |
![]() |
Í bókini eru greinir, sum Jørgen Frantz Jacobsen skrivaði, og sum stóðu blaðnum Tingakrossi í árunum frá 1925 til 1936. Forlagið Fannir gav greinasavnið út í ár 2000.Her er innihaldið:
- Inngangur eftir Turið Sigurðardóttur – s. 9
- Føroysk staðarnøvn – s. 25
- Sambandið og danskt mál í Føroyum – s. 27
- Sambandið og danskt mál í Føroyum – s. 30
- Danskur norðhavspolitikkur – s. 32
- Vit skulu sjálvir – s. 39
- Svar til Dimmalætting – s. 43
- Sambandið av 1927: “Danmark betaler” – s. 46
- Statshjálp til vinnulívið – s. 47
- Okkara fíggjarviðurskifti – s. 49
- Vit orka ikki – s. 51
- Orka vit? – s. 52
- Um fiskivinnu – s. 55
- Um havnir og vegir – s. 57
- Føroyar og Danmark – s. 58
- Føroyskt sjálvbjargni – s. 61
- Málstríð í Realskúlanum – s. 69
- Orðabókin – s. 70
- Den færøske sprogsag – s. 76
- Eitt gott hefti av “Varðanum” – s. 84
- Ummæli av tveimum bókum eftir Jørgen-Frantz Jacobsen:
Tað fyrra er av bókini Danmark og Føroyar – s. 88.
Tað seinna er av bókini: Færøerne, natur og folk. M.A. Jacobsen skrivaði ummælið – s. 92 - Tvær minningargreinir:
Tann fyrra er óundirskrivað – s. 96.
Tann seinna er eftir Rikard Long – s. 99
Jørgen-Frantz Jacobsen varð føddur í 1900 og doyði ungur longu í 1938 av tuberklum. Jørgen-Frantz náddi einans at skriva eina skaldsøgu – ta víðagitnu skaldsøguna “Barbara”. Men hann er eisini ein tann besti greinahøvundur, ið Føroyar hava átt. Tiltiknar eru greinir og essay hansara um mál, mentan og politikk. Greinirnar gera myndina av Jørgen-Frantzi meira fullfíggjaða.





